Ravnsamboð

Máltøknilig amboð

frá Verkætlanini Ravni

Upplestur

Her kanst tú leggja eina txt-fílu inn og fáa síðuna at vísa eina reglu av tekstinum í senn. At enda ber til at taka eina fílu niður við tíðarkodum í epoch-sniðið. Hesar tíðar-kodurnar kunnu síðani knýtast at upptøkuni, soleiðis at mørk verða gjørd sjálvvirkandi.


Far til Upplestur

Kanna tilfeingi

Tað er týdningarmikið, at ymsu fílurnar eru á "somu síðu." Tí hava vit ment hetta amboðið, sum kann kanna og samanbera ymiskar fílur. Til dømis kanst tú kanna eftir, hvørji orð í eini txt-fílu mangla í orðabókini hjá Ravni.


Far til Kanna tilfeingi

Ger orðalista

Við hesum amboðnum ber til at fáa ein orðalista, har hvørt orðið hevur eitt ávíst tal av bókstøvum. Fílan, sum tú sendir upp, skal vera í CSV-sniði.


Far til Ger orðalista

Ger bendingarsnið

Við hesum amboðnum kanst tú út frá orðabókini hjá Verkætlanini Ravni fáa eitt heilt bendingarsnið gjørt. Tú skrivar inn orðið, sum tú ætlar at fáa allar orðaformarnar til, og síðani kanst tú fáa tað ásetta talið av møguligum bendingarsniðum við ljóðskrift út aftur.


Far til Ger bendingarsnið

Kanna ljóðskrift

Deskriptiva ljóðskriftin av einum talustreymi er sjáldan neyvt hin sama sum preskriptiva ljóðskriftin í okkara orðabók. Hetta amboðið kann samanbera ljóðskrift í TextGrid-sniði við ljóðskriftina í orðabókini hjá Ravni.


Far til Samanber ljóðskrift

Tekstabronglari

Tú kanst senda inn eina tekstfílu ella skriva tekstin í teigin. Hetta amboðið bronglar so tekstin soleiðis, at reglurnar eru í tilvildarligari raðfylgju.


Far til Tekstbronglaran