Rættstavarin

Rættstavarin

Rættstavarin á netinum

Við hesum henta amboðnum kanst tú fáa tín tekst rættaðan á øllum eindum, um tú hevur netsamband og atgongd til ein netkaga. Tú trýstir á ABC-ímyndina ovast til høgru og velur "Languages." Síðani velur tú føroyskt og trýstir á OK. GG: Vel "Options" fyri at fáa fram OK-knøttin.


Far til Rættstavarn á netinum

Rættstavarin til Word Online

Við ískoytisforritinum Divvun Grammar Checker ber til at rætta stavivillur og nakrar fáar mállæruvillur á Word Online (og á Word á telduni). Knýt ískoytisforritið at tínari Microsoft-kontu. Um tú so ikki sært forritið undir Hjem-bjálkanum á Word/Word Online, skal tú velja Indsæt og síðani Tilføjelsesprogrammer. So velur tú Divvun Grammar Checker og trýstir á Tilføj. Um tú ikki sært Divvun Grammar Checker her, trýst á Opdater ovarlaga í høgra horni. Um einki kemur fram tá, hevur tú ikki knýtt Divvun Grammar Checker rætt at tínari Microsoft-kontu.


Far til Gramcheck (vegleiðing og leinki)

Rættstavarin á telduni

Við forritinum Divvun Manager ber til at fáa Rættstavran inn á telduna. Tak niður til Windows ella Mac. Síðani velur tú føroyskt inni á Divvun Manager og leggur tað inn. Á Windows riggar rættstavarin til Word og Libre Office. Á Mac riggar hann til Libre Office og "system-wide."


Far til Divvun.org

Keldukoda til rættstavaran

Av tí at Rættstavarin er bygdur upp á opne keldukodu (Open Source), ber til hjá tær at hyggja í tað, sum liggur aftanfyri. Á Github-síðuni hjá Giellatekno kanst tú t.d. síggja orðalistarnar, bendingarendingarnar og ymiskt annað. Tú kanst ikki broyta í tilfarinum uttan loyvi.


Far til føroyska partin á Github