Verkætlanarbólkurin Ravnur fekk sum uppgávu at savna og framleiða tilfar til ein BLARK og at gera ein føroyskan talukennara. Í 2019 fór bólkurin í gongd, og BLARK 1.0 verður greiddur úr hondum 1. juli 2022.
Máltøkni knýtir saman málfrøði og KT, so við í verkætlanini hava verið málfrøðingar, lesandi á Føroyamálsdeildini umframt onnur hjálparfólk og KT-fólk.
Verkætlanin Ravnur hevur savnað taluroyndir við góðum upptøkutólum, so upptøkurnar kunnu brúkast til nógva ymsa tøkni og gransking.
Vit hava lagt stóran dent á, at øll málførini í Føroyum eru umboðað í okkara upptøkum,
umframt at vit hava fólk í ymsum aldursbólkum.
Stórur dentur varð frá byrjan lagdur á, at tilfarið, sum Ravnur menti, skuldi vera Open Source. Tað merkir, at tað málsliga tilfeingið verður frítt atgeingiligt at taka niður og víðarimenna til ymiska talutøkni so sum ein talukennara. Hetta er vitanardeiling, sum sparir føroyska (mál)samfelagnum fíggjarliga orku!